Dátuvernd
Dátuverndarkunning frá Zarepta
Vælkomin til dátuverndarkunning frá Zarepta. Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Zarepta at tryggja, at viðgerðin av tínum persónupplýsingunum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti (tað er tú) er kunnaður um, hvat ið er skrásett um viðkomandi.
Vit hava árliga eina røð av styttri og longri legum, skeiðum og tiltøkum á Zarepta, sum tú kanst tekna teg til og luttaka á. Tá tú boðar frá luttøku, verður tú aloftast biðin um hesar upplýsingar: Navn, bygd/bý, t-postadressu, telefonnummar og føðidato.
Vit taka dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikkin, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar í sambandi við tiltøk í Zarepta.
1. Vit eru dátuábyrgdari – Hvussu kanst tú seta teg í samband við okkum?
Zarepta er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú venda tær til:
Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar
Telefon: 332140
Teldupost: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.
2. Samskiftisupplýsingar hjá dátuverndarráðgeva
Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarráðgeva, umvegis fylgjandi møguleikar:
- teldupost: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.
- telefon: +298 784070
- bræv: Jens Chr. Olsen, Undir Nesinum 14, FO-650 Toftir
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Vit viðgera tínar persónupplýsingar til hesi endamál:
- At skipa legurnar soleiðis, at trygdarreglar og ásetingar í reglugerðini, um Zarepta, verða hildnar, so at leguluttakarar eru tryggir, og um nakað hendir, so tilbúgvingarætlanin verður hildin.
- At tryggja, at hvør leguluttakari er í einum holdi, í einum kamari, við ásettum leiðara/um, og at leiðararnir hava røttu og neyðugu upplýsingar um leguluttakarar, og at hvør lega er væl organiserað.
- At tryggja, at starvsfólk annars eru sett til allar neyðugu uppgávur.
- At tryggja, at legurnar ár um ár eru viðkomandi og passandi til hvønn árgang, og at søgur og undirvísingin er mennandi og gevandi fyri leguluttakarnar.
- At geva børnum og ungum eina góða og minniliga uppliving saman í tryggum umhvørvi við spæli og fjølbroyttum ítrivi.
Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð er:
- Heimildargrundarlagið fyri viðgerðina er antin, at vit hava fingið samtykkið, ella at tað er grundað á eina avtalu, sum vit hava gjørt við teg, ella at vit skulu gera hetta grundað á rættarligar skyldur ella grundað á heimilað áhugamál/heimilað virksemi.
Heimilaði endamál við viðgerðini
Sum nevnt omanfyri, fer okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram, fyri tað mesta grundað á heimilað áhugamál, sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6, í dátuverndarlógini, og §12 stk 1, nr 5 fyri viðkvæmar persónupplýsingar
Heimildirnar eru:
- Samtykki. §8, stk. 1, nr. 1
- Avtala. §8, stk. 1, nr. 2
- Rættarlig skylda. §8, stk. 1, nr. 3 og sum nevnt omanfyri
- Heimilað áhugamál. §8, stk. 1, nr. 6
- Heimilað virksemi. §12, stk. 1, nr. 5
4. Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:
- Vanligar persónupplýsingar. Talan er fyri tað mesta um vanligar persónupplýsingar, so sum navn, bústað, føðidato, og samskiftisupplýsingar sum telefonnummar og teldupostadressa.
- Myndir. Ein lið/hold mynd verður tikin av hvørjum holdi í Zarepta. Myndina fær hvør leguluttakari og leiðari, sum er á myndini. Zarepta goymir eitt eintak av liðmyndunum. Eisini verða løtumyndir og upptøkur av dagligdegnum tiknar og deildar á Facebook, Instagram ella YouTube síðunum hjá Zarepta.
- Heilsuupplýsingar. Í sambandi við barnalegurnar kann tað verða, at tú hevur upplýst okkum viðkvæmar persónupplýsingar, so sum heilsuupplýsingar, um at barninum tørvar at fáa heilivág, meðan tað er á legu, ella um barnið hevur ovurhondsviðkvæmi osv. Hettar er neyðugt fyri okkum at vita, so vit kunnu tryggja, at barnið hevur eina góða og trygga legu.
- Gjaldsupplýsingar: Gjaldið fyri legurnar er skrásett í Zarepta, ella um legulutttakarin hevur frípláss, og tí ikki skal gjalda fyri leguluttøkuna.
- Hjúnastøðan: Til hjúnalegur og familjulegur verður spurt um pør eru gift.
5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Høvuðsreglan hjá Zarepta er, at vit ikki víðarigeva tínar persónupplýsingar til aðrar móttakarar, og um vit brúka undirveitarar, so eru tað bert veitarar úr Danmark og Føroyum. Undantøkini eru tó teir sosialu miðlarnir, tí Zarepta hevur eina Facebook síðu, ein Facebook bólk til starvsfólk, ein Instagram profil og eina YouTube kanal.
- Zarepta brúka føroyskan veitara til bókhaldið.
- Zarepta brúkar eina sergjørda skipan, sum verður brúkt til at hava stýr og ordan í legunum, hendan skipan er hýst í Føroyum.
- Zarepta er á sosialu miðlunum og hevur eina Facebook síðu, ein Facebook bólk til starvsfólk, og ein Instagram profil, og tú eigur at verða vitandi um, at Facebook/Instagram savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá ið tú brúkar Facebook/Instagram síðuna hjá Zarepta. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook/Instagram brúkar hesar upplýsingar at tillaga tín vanga og vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja. Her kanst tú lesa meira um cookie-politikkin hjá Facebook/Instagram.
- Zarepta hevur eisini eina YouTube kanal, og eisini her eigur tú at verða vitandi um, at YouTube savnar inn upplýsingar um teg, við at brúka farspor, tá ið tú brúkar YouTube kanalina hjá Zarepta. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og YouTube brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja. Her kanst tú lesa meira um cookie-politikkin hjá YouTube.
6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Vit flyta tínar persónupplýsingar til móttakarar [Danmark], í sambandi við at vit brúka hýsing í Danmark.
Til tína kunning, so er Danmark eitt trygt land at goyma persónupplýsingar, og vit hava dátuviðgeraravtalu við dátuviðgerar hjá okkum.
Um tú brúkar okkara síðu á Facebook, Instagram ella Youtube, so verða tínir persónupplýsingar brúktar av teimum.
7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Persónupplýsingar, sum vit viðgera eru innheintaðar beinleiðis frá tær.
- Persónupplýsingarnar eru fingnar beinleiðis frá tær ella frá foreldrum/verjum, tá ið tú ella foreldur/verjar hava meldað teg, sum leguluttakara á eini legu. Ella í sambandi við at tú hevur meldað teg til at hjálpa til á ein legu í Zarepta.
8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Vit goyma tínar persónupplýsingar so leingi, tað er neyðugt í sambandi við tað viðgerð vit hava, ella um skrásettið ynskir persónupplýsingarnar strikaðar.
- Vanligu persónupplýsingar í samband við leguluttøku. Hesir upplýsingar verða goymdir í 9 ár. Tað eru 9 ferðir, at eitt barn kann koma á barnalegur í Zarepta.
- Viðkvæmar persónupplýsingar, sum verða givnar Zarepta í sambandi við barnalegur, verða koyrdir burtur, tá barnalegurnar eru lidnar. Hetta verður oftast gjørt í september mánaði á hvørjum ári.
- Liðmyndirnar verða ikki strikaðar. Løtumyndir og upptøkur av dagligdegnum á Zarepta verða prentaðar út, settar í fotoalbum, ella goymdar í arkivinum.
- Sosialumiðlarnir. Á hvørjum ári verða sosialumiðlanir hjá Zarepta gjøgnumgingnar, og myndir frá legunum verða strikaðar, tó uttan tær myndir, sum eru av sera generellum karakteri – tær kunnu verða verandi á sosialu miðlunum. Tó so, um onkur ynskir at myndir skulu strikast, so verða tær strikaðar – beinanvegin, uttan drál.
- Roknskaparupplýsingar, sum er í pappír formi, verða burturbeind eftir 5 árum.
9. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering
Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.
10. Rættin til at taka samtykki aftur
Um tú hevur givið okkum samtykki, kanst tú altíð taka tað aftur. Hetta kanst tú gera, við at seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í 1. broti).
Um tú velir at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
11. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í 1. broti).
11.1. Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
11.2. Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
11.3. Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til, at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.
11.4. Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
11.5. Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
11.6. Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
12. Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.