Lata matvørur 2024

18. apríl 2024

Kæru náðisystkin

Takk fyri tað stóra trúfesti, sum tit vísa í verkinum í Zarepta.

Nú nærkast tíðin tá familju- og summarlegurnar byrja, og er tað okkum ein stór gleði at kunna skriva og geva tykkum høvi til at lata vørur til arbeiðið í Zarepta í enn eitt summar.

Vit takka Gudi fyri tykkum øll, sum nú í mong ár hava verið við í hesi týdningar¬miklu tænastu við at senda bakivørur og aðrar vørur til legurnar.

Í sambandi við familjulegurnar, letur hvørt øki vøru til eina familjulegu í part.

 

Soleiðis verður koyrt út til samkomurnar eftir vøru:

  

Familjulegurnar:

Vøran skal verða innlatin í seinasta lagi kl. 18:00 leygardagar.

Leygardagin 4. mai 2024:
Hebron í Leirvík, Siloa í Fuglafirði og Filadelfia í Gøtu.

Hósdagin 9. mai 2024:
Saron á Viðareiði, Hermon í Norðdepli og Betesda í Klaksvík.

Hósdagin 16. mai 2024:
Mizpa á Eiði, Zion í Kollafirði, Nazaret í Kaldbak og Kedron í Sørvági.

Hósdagin 23. mai 2024:
Nebo á Toftum, Berøa í Runavík, Elim í Søldarfirði og Nerija á Skála.

Hósdagin 30. mai 2024:
Vitnið í Hvalba, Salem á Tvøroyri, Betania í Porkeri, Bethel í Vági.

Hósdagin 6. juni 2024:
Lívdin í Hoyvík og Hebron á Argjum

Leygardgin 13. juni 2024:
Marknagil og Ebenezer í Tórshavn

 

Til familjulegurnar koyrir Zarepta bilurin ikki. So tað hevði verið deiligt, um tit sjálv kundu skipað fyri, at fáa vøruna vestur.

Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at bilurin kemur út til so nógvar av samkomunum, sum tilber.
Tó letur hetta seg ikki gera í øllum førum, og í onkrum førum eru avtalur gjørdar um at hava felags móttøkustað fyri nakrar samkomur. Um so er, at onkur samkoma ynskir hetta broytt, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, so vit kunnu gera tær broytingar, sum ynski er um, og sum lata seg gera.

 

 

Summarlegurnar:

Eftir hetta byrjar tann regluliga koyringin eftir vørum til summarlegurnar, og tá verður farið aftur til at koyra týsdagar norðureftir, mikudagar suðureftir og ávísar hósdagar til Suðuroyar. Byrjað verður týsdagin 25 juni og endað týsdagin 6. august.

 

Norðoyggjar:

 

Vøran eigur at vera inni á hesum støðum kl. 10.00 týsdag:

Á Viðareiði: Saron

Í  Norðdepli: Hermon

Í Klaksvík: Betesda

Eysturoy:

 

 

 

 

 

 

Vøran eigur at vera inni á hesum støðum kl. 12.00 týsdag:

Í Leirvík: Hebron

Í Fuglafirði: Siloa

Í Gøtu: Filadelfia

Í Søldafirði: Elim

Í  Runavík: Berøa

Á Toftum: Nebo

 

Til hesi støð í Eysturoynni koyrir bilurin hesar týsdagar:

2. juli, 16. juli & 30. juli:

Á Skála: Nerija

Á Eiði: Mizpa

 - nevndu dagar eigur vøran at vera inni kl. 12.00.

Norðstreymoy:

 

Vøran eigur at vera inni á hesum staði kl. 13.00 týsdag:

Kollafjørður: Zion

Suðurstreymoy
og Sandoy

 

 

 

 

Vøran frá Marknagil í Tórshavn, Ebenezer í Tórshavn, Lívdin í Hoyvík, Hebron á Argjum eigur at vera inni á hesum støðum kl. 17.30 mikudag:

Tórshavn: Úti á Fløtum.

Hoyvík: Lívdin, Vegurin Langi 11

 

Til hetta stað í Suðurstreym koyrir bilurin hesar mikudagar: 26. juni, 10. juli & 24. juli - nevndu dagar eigur vøran at vera inni kl. 17.30:

Kaldbak: Nasaret

Suðuroy:

 

 

 

 

 

 

Til hesi støð í Suðuroynni koyrir bilurin hesar hósdagar: 4. juli, 18. juli & 1. august - nevndu dagar eigur vøran at vera inni kl. 11.30:

Hvalba: Vitnið

Tvøroyri: Salem

Porkeri: Betania

Vágur: Bethel

 

Vit eru takksom, um tit kunnu skipa soleiðis fyri, at onkur átekur sær at minna á, hvørja ferð, bilurin kemur. Eisini ber til at margfalda brævið, so tey, ið hava áhuga, kunnu fáa eitt eintak.

Tey, sum ynskja at vera við í hesum verki, men eru á staði, har vøra ikki verður avheintað, eru vælkomin at seta seg í samband við okkum, so skipað kann verða fyri flutningi.

Ynskir onkur at lata pening í staðin fyri mat, ber til at flyta peningin inn á konto hjá Zarepta í Bank Nordik: 6460 1566662 og viðmerkja ”til køkin”.

Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja til Siggu Sundstein á 290207 ella til Zarepta á tlf. 332140.

 

Vegna ZAREPTA

Vinarliga,

Joen Magnus Rasmussen