Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar
-
Telefon:
Starvsfólk 284040
svarar 17.00-19.00 hvønn dag
frá apríl til oktober
-
Skrivstovan 332140
svarar tá legur eru
-
Teldupost:
skrivstovan(at)zarepta.fo
starvsfolk(at)zarepta.fo
leidslan(at)zarepta.fo
bokhald(at)zarepta.fo


Dátuvernd
Farspor


 Vevkamera (lv.fo)
Veðurstøðir (lv.fo)
Veðrið (yr.no)

Tekning til familjulegur 2025

Tekningin til familjulegurnar byrjar leygardagin 1. mars kl. 18.00

Leinkja til tekningarsíðuna verur løgd út her. Trýst her fyri at tekna til!

Um tú ert á hesi síðuni áðrenn kl. 18, minst so til at heinta síðuna av nýggjum eftir kl. 18 (Trýst á Reload knappin ) fyri at síggja leinkjuna til tekningarsíðuna.

Les meiri...

Zarepta veturin 2024/2025

 

Leguskráin fyri 2024 er liðug og gjøgnum veturin vera húsini brúkt til samkomulegur og onnur tiltøk.

Vit takka Harranum fyri øll tey sum hava verið á Zarepta í summar og teimum sum hava minst til verkið við bøn og gávum.

Harrin signið tykkum og øll tykkara.

 

Um Harrin bíðar við at koma, vera legur aftur í 2025.

 

Vinarliga heilsan

Zarepta

Leguskráin fyri 2025

Nú er skráin løgd fyri legurnar í 2025.

Vit takka fyri signingarnar í farna árið og leggja ætlanirnar fyri komandi ár í Guds hond.

"Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan" 1. Tim. 2:4

Skráin sæst við at trýsta á knøttin Leguskrá í vinstru síðu ella við at trýsta her!

Lýst verður seinni nær luttakarar og starvsfólk kunnu tekna seg.


Vit gleða okkum  smile

Tekning av starvsfólki 2025

 

Gerið HARRAN stóran saman við mær, latið okkum saman seta navn Hansara høgt! - Sálmur 34.4

Takk fyri at tú ynskir at hjálpa til í verkinum á Zarepta!

Tekning av starvsfólki til:

  • Familjulegur - teknast kann til frá leygardegnum 1. mars. - Tekna til við at trýsta her!

  • Summarlegur 1-8, eldri enn 16 ár - teknast kann til frá leygardegnum 1. mars. -  Tekna til við at trýsta her! 

  • Summarlegur 1-8, 16 ár og yngri - teknast kann til frá leygardegnum 1. juni.

  • Lega fyri 18 ár og eldri, Bíbliuskeið, Kvinnustevnu, Mansstevnu, Hjúnastevnur og Heystleguna - teknast kann til frá leygardegnum 1. mars. - Tekna til við at trýsta her

 

Um tit hava spurningar viðvíkjandi starvsfólka økinum eru tit vælkomim at ringja til 284040. Hendan telefonin svarar ímillum 17.00-19.00 hvønn dag frá apríl til oktober.

Hava tit aðrar fyrispurningar eru tit vælkomin at ringja til 332140. Hendan telefonin svarar tá ið legur eru.