Familjulegur 2022
Tekningin til familjulegurnar byrjar týsdagin 15. mars kl. 18.00.
Tekningin til familjulegurnar byrjar týsdagin 15. mars kl. 18.00.
Nú er skráin fyri legurnar løgd.
Á hesum yvirlitinum sæst nær teknast kann til tær ymsu legurnar Tekning til legur
Starvsfólk kunnu tekna til frá 22. apríl kl. 10.00.
Vit gleða okkum
Nú er skráin fyri legurnar løgd.
Skráin sæst við at trýsta á knøttin Leguskrá í vinstru síðu ella við at trýsta her!
Lýst verður seinni nær luttakarar og starvsfólk kunnu tekna seg.
Vit gleða okkum
Lega fyri fólk, ið bera brek, saman við familju og hjálparfólkum teirra verður skipað sum dagslega millum kl. 11 - 19.
Veljast kann millum Dýrabiðidag 30. apríl og leygardagin 1. mai við avmarkaðum tali hvønn dagin. Koronutilmælini verða hildin.
Tilmelding til annan av døgunum við telduposti til Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. frá 15. apríl.
Skrá: sangur, andakt, søga, spæl, svimjing, konsert umframt døgurði og nátturði.
Kostnaður er 250 kr fyri hvønn. Upphæddin skal flytast á kontu 6460-156.666.2
Um ivamál eru, kann ringjast á 504544
Vatnsoyrar, mars 2021
Sum vit søgdu frá í februar, skuldi endalig støða takast eftir páskir, um summarlegur verða í Zarepta í ár.
Eftir fund í vikuni við Pál Weihe, yvirlækna og ráðgeva í koronu spurningum, eru vit komin til ta niðurstøðu, at vit bæði kunnu hava familjulegur og summarlegur í 2021.
Hetta gleðast vit um og takka Harranum fyri, at støðan við koronu er so góð í løtuni.
Nærri kunning, um nær legurnar verða og um tilmelding, verður í fjølmiðlunum og á heimasíðuni hjá Zarepta.
Gleðiligar páskir og Harrin signið tykkum øll.
Vegna Zarepta
Jákup N. Olsen