14 ára legan verður í seinnu helvt av heystfrítíðini

Nú bjóða vit øllum 14 ára ungum á legu í seinnu helvt av heystfrítíðini, frá hósdegnum 14. oktober til sunnudagin 17. oktober.

Legan í summar bleiv avlýst vegna koronu, men nú ber til at hava legu.

Vit gleða okkum og vóna at húsið verur fult av 14 ára ungum tannáringum seinnu helvt av heystfrítíðini.

Til ber at tekna seg her!