Drotningin á vitjan í Zarepta

Hennara hátign Drotning Margrethe kemur á vitjan í Zarepta leygardagin 17. juli. Vitjanin verður frá umleið kl. 15.20 til 16.20.

Hetta er á heimferðardegnum á 14 ára leguni. Heimferðin hendan leygardagin verður tí útsett til kl. 17:30, soleiðis at legan verður fullmannað, tá vitjanin er. Leguluttakarar syngja og taka lut í hátíðarhaldinum. Greitt verður eisini frá um endamálið við legunum og um søguna hjá Zarepta. Bæði føroyskir og danskir fjølmiðlar koma at miðla frá hátíðarhaldinum.

Fyri okkum í Zarepta, er tað ein stórur framíhjárættur, at Hennara Hátign Drotning Margrethe ynskir at vitja Zarepta.

Øll eru vælkomin at vitja Zarepta hendan serliga dagin og vera við til uttandura hátíðarhaldið í Zarepta. Orsaka av koronu, er tað ikki møguligt hjá vitjandi at koma inn í bygningarnar í Zarepta.