Korona leiðreglur á Zarepta

Fyri at avmarka vandan fyri koronu í Zarepta, eru nakrar meginreglur, sum vit øll mugu fylgja:

Reinføri
Tað er alneyðugt at vit halda gott handreinføri. Vaskið og sprittið hendur regluliga og serliga áðrenn farið verður til borðs.
Vitjandi í Zarepta
Koronutilmælini frá myndugleikunum eru, at vitjandi ikki koma í Zarepta, tá lega er.
Hetta merkir, at tikið verður ikki ímóti gestum og at einans tey, sum eru skrásett at vera leguluttakarar ella starvsfólk, hava atgongd til Zarepta.

Úr útlondum í Zarepta
Kom ikki beinleiðis í Zarepta úr útlondum. Hevur tú verið uttanlands, er neyðugt at tú verður testað/testaður og fer í sóttarhald í 4 dagar. Tá kanningin á 4. degi er negativ, kanst tú koma í Zarepta.

Eingin, sum er í Zarepta, má fara á flogvøllin at taka ímóti ferðandi.

Boblan Zarepta
Heitt verður á leguluttakarar og starvsfólk, um ikki at fara óneyðugt út millum onnur fólk, so sum til handils og tílíkt.

Er neyðugt at fara til eitthvørt tiltak, har fleiri fólk eru samlað, mást tú ansa tær væl og halda almennu koronuvegleiðingarnar. Hetta fyri ikki at draga smittu við tær í Zarepta.

Korona í Zarepta
Um tú hevur krím ella koronulíknandi sjúkueyðkenni, kanst tú ikki koma í Zarepta.
Er illgruni um at leguluttakari ella starvsfólk hava fingið koronu, skal hetta fráboðast sjúkrasystrini á leguni. Viðkomandi má síðani fara heim at testa seg beinanvegin. Tá úrslitið er greitt, verður støða tikin til, hvat víðari skal gerast.

 

Hetta skrivið verður dagført í mun til nýggjastu koronutilmælini frá myndugleikunum.

 

Zarepta