Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar

Telefon:
Leguluttakarar 216140
Starvsfólk 284040

 Skrivstovan 332140
Teldupost:
skrivstovan(at)zarepta.fo
leidslan(at)zarepta.fo
bokhald(at)zarepta.fo


 Vevkamera (lv.fo)
Veðurstøðir (lv.fo)
Veðrið (yr.no)

Zarepta summarið 2021

 

Vatnsoyrar, februar 2021

Sum flestu tykkara kunnugt vóru ongar legur í Zarepta í 2020 vegna koronu.

Í januar vóru vit á fundi við Pál Weihe, yvirlækna og ráðgeva í koronu spurningum. Har umrøddu vit møguleikan fyri, at hava legur í Zarepta í ár.

Niðurstøðan var, at í løtuni er sannlíkt, at vit kunnu hava summarlegur í 2021, tí at umleið 1. juli 2021 eru flest okkara vaksinerað. Endalig støða, um hvørt summarlegur verða, verður tikin eftir páskir. Tað kunna vit nærri um tá. 

Vit takka fyri forbønir og áhuga tykkara í verkinum, eisini nú ongar legur hava verið. Samstundis heita vit á tykkum um framhaldandi, at biða fyri Zarepta.

Sum vit hyggja fram móti sumrinum og gleðast um møguleikan fyri aftur at kunna bera børnum og ungum Orð Guds, so minna vit á, at tørvur er á nógvum hjálpandi hondum í verkinum. Setið tí longu nú tíð av, til at koma á summarlegurnar at hjálpa til.

Harrin signið tykkum øll.

 

Vegna Zarepta

Jákup N. Olsen