Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar

Telefon:
Leguluttakarar 216140
Starvsfólk 284040

 Skrivstovan 332140
Teldupost: zarepta(at)zarepta.fo


 Vevkamera (lv.fo)
Veðurstøðir (lv.fo)
Veðrið (yr.no)

Viðlíkahaldsdagar 21., 22. og 23. juli

Í komandi viku fara vit at hava tríggjar uttandura arbeiðsdagar á Zarepta - týsdag 21. til og við hósdag 23. juli.

Ætlanin er at reinsa fyri ókrút, sláa gras, gera bed, mála terassu, bøta hegn og ymiskt annað – so brúk er fyri nógvum góðum kreftum 😊

Um tit eru nøkur, sum hava hug at fara vestur onkran annan dag, eru tit vælkomin. Flestu leygardagar eru upptiknir vegna samkomuútferðir, men ring til Júst á telefon 217715, so fáa vit samskipa nær og hvat kann gerast.

Hent at vita:

  • Vit fylgja reglugerðini, sum er gjørd i samband við heilsufrøðiligu tilráðingini.
  • Tit skipa sjálvi fyri flutningi til og frá Zarepta.
  • Vit arbeiða í bólkum við í mesta lagi 8-10 fólk.
  • Vit arbeiða úti og eta inni.
  • Gott hevði verið, um fólk kundu tikið smærri amboð við sjálvi, so sum amboð at lúka við.
  • Byrjað verur kl. 9 við morgunmati. Døgurði kl. 12.30. Drekka kl. 15. Endað verur kl. 17
  • Aldursmarkið fyri at luttaka er 15 ár og eldri.

 

Tekning: Trýst á her

Tekning er neyðug, so vit vita hvussu nógv koma.

 

Eru spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Júst í Túni Vang á 217715.