Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar

Telefon:
Leguluttakarar 216140
Starvsfólk 284040

 Skrivstovan 332140
Teldupost: zarepta(at)zarepta.fo


 Vevkamera (lv.fo)
Veðurstøðir (lv.fo)
Veðrið (yr.no)

Tiltøk í Zarepta í summar

Vatnsoyrar, 19. juni 2020

Sum áður fráboðað, verða ongar legur í Zarepta í summar vegna koronu.


Tí hava vit valt at skipa fyri tveimum tiltøkum í summar:

  1. Skipað verður fyri viðlíkahaldsdøgum ávísar dagar í summar.
  2. Somuleiðis verður møguligt hjá sunnudagsskúlum at skipa fyri uttandura dagstúrum í Zarepta.

Latið verður upp fyri hesum møguleikum í tøttum samskifti við heilsuligu ráðgevingina hjá myndugleikunum. Í samráð við hesa hava vit gjørt eina reglugerð.


Nærri fæst at vita um viðlíkahaldsdagarnar hjá Júst í Túni Vang á tlf. 217715, sum samskipar dagarnar.

Teir sunnudagsskúlar, sum ynskja at koma ein dagstúr til Zarepta, kunnu venda sær til Fríðgerð Rasmussen á tlf. 284040 at fáa nærri kunning og avtala ein dag.


Dagstúrurin er ókeypis, men samkomur, sum senda sunnudagsskúlar á dags-túr í Zarepta, kunnu flyta Zarepta eina peningagávu á kontu 6460-156.666.2.

 

Vegna Zarepta
Jákup N. Olsen