Heystlegan nærkast í stórum!

Evnið á heystleguni í ár er: ”Orð Guds og eg.”

Á hesi seinastu Zarepta-leguni í árinum, fara vit at viðgera hetta evnið við bíbliutímum, samrøðum og góðum sangi afturvið.

Vit gleða okkum til at síggja tykkum og njóta heystlegu hugnan saman við tykkum.

Heystlegan 2019, 11. okt – 16.okt, er fyri tey, sum í árinum fylla 15, 16 ella 17 ár.

Ferðaætlanin til Heystleguna 2019 í Zarepta:

17:15 úr Klaksvík (við Betesda)
16:55 úr Fuglafirði (við Siloa)
17.00 Leirvík og Gøta av Magnstøðini í Gøtudali
17:15 úr Runavík (við Berøa)
17:20 úr Søldarfirði (við Elim)
17:30 úr Skálabotni (við EFFO-støðina)
17: 45 frá Magnstøðini við Streymin
18:00 av steðgiplássinum við Sjógv
18:05 frá EFFO-støðini í Kollfjarðardali
15:00 við Prince av Tvøroyri
16:35 við Teistanum úr Skopun
18:00 av parkeringsplássinum á Óðinshædd

Tá legan er liðug, fara bussarnir úr Zarepta umleið klokkan 9.00 og 9.15

Hvat ein skal hava við á legu, verður upplýst í ”Vegleiðing til foreldur” á zarepta.fo.

Gloymið ikki at hava seingjarklæði og eitt gott lag við :)

HJARTALIGA VÆLKOMIN Á HEYSTLEGU :)