Vasking 2021
Kæru systrar og brøður!
Summarskráin fyri Zarepta er byrjað, og eins og undanfarin ár er møguleiki at vera við í arbeiðinum at gera reint ímillum legurnar.
Hetta verk hevur ómetaligan týdning fyri okkum, og vit eru takksom fyri, hvussu væl brøður og systrar okkara hava tikið undir við tí.
Vit vilja eisini nýta høvið at takka fyri, at tit tóku so væl undir við høvuðsreingerðini og annars tí stóra arbeiði, ið gjørt varð í samband við at fáa alt til reiðar til legubyrjan.
VASKISKRÁ FYRI ZAREPTA 2021
1 | Kollafjørður, Eiði og Ljósá | 03. juli |
2 | Viðareiði og Norðdepil | 10. juli |
3 | Argir | 17. juli |
4 | Toftir og Runavík | 24. juli |
5 | Fuglafjørður | 31. juli |
6 | Klaksvík | 06. august |
7 | Tórshavn | 11. august |
8 | Søldarfjørður | 15. august |
9 | Gøta og Leirvík | 22. august |
10 | Marknagil og Vágar | 29. august |
11 | Hoyvík | 05. september |
12 | Kaldbak og Skáli | 13. oktober |
Er okkurt at spyrja um, ber til at ringja til Arnhild Smith, tlf. 580070.
"Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju." (Kol. 3:23).
Vinarliga v/ Zarepta
Arnhild Smith Jákup N. Olsen