Dátuvernd

Dátuverndarkunning frá Zarepta

Vælkomin til dátuverndarkunning frá Zarepta. Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Zarepta at tryggja, at viðgerðin av tínum persónupplýsingunum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti (tað er tú) er kunnaður um, hvat ið er skrásett um viðkomandi.
Vit hava árliga eina røð av styttri og longri legum, skeiðum og tiltøkum á Zarepta, sum tú kanst tekna teg til og luttaka á. Tá tú boðar frá luttøku, verður tú aloftast biðin um hesar upplýsingar: Navn, bygd/bý, t-postadressu, telefonnummar og føðidato.

Vit taka dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikkin, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar í sambandi við tiltøk í Zarepta.

1. Vit eru dátuábyrgdari – Hvussu kanst tú seta teg í samband við okkum?

Zarepta er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú venda tær til:

Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar
Telefon: 332140
Teldupost: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

2. Samskiftisupplýsingar hjá dátuverndarráðgeva

Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarráðgeva, umvegis fylgjandi møguleikar:

  • teldupost: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.
  • telefon: +298 784070
  • bræv: Jens Chr. Olsen, Undir Nesinum 14, FO-650 Toftir

3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum

Vit viðgera tínar persónupplýsingar til hesi endamál:

  • At skipa legurnar soleiðis, at trygdarreglar og ásetingar í reglugerðini, um Zarepta, verða hildnar, so at leguluttakarar eru tryggir, og um nakað hendir, so tilbúgvingarætlanin verður hildin.
  • At tryggja, at hvør leguluttakari er í einum holdi, í einum kamari, við ásettum leiðara/um, og at leiðararnir hava røttu og neyðugu upplýsingar um leguluttakarar, og at hvør lega er væl organiserað.
  • At tryggja, at starvsfólk annars eru sett til allar neyðugu uppgávur.
  • At tryggja, at legurnar ár um ár eru viðkomandi og passandi til hvønn árgang, og at søgur og undirvísingin er mennandi og gevandi fyri leguluttakarnar.
  • At geva børnum og ungum eina góða og minniliga uppliving saman í tryggum umhvørvi við spæli og fjølbroyttum ítrivi.

Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð er:

  • Heimildargrundarlagið fyri viðgerðina er antin, at vit hava fingið samtykkið, ella at tað er grundað á eina avtalu, sum vit hava gjørt við teg, ella at vit skulu gera hetta grundað á rættarligar skyldur ella grundað á heimilað áhugamál/heimilað virksemi.

Heimilaði endamál við viðgerðini

Sum nevnt omanfyri, fer okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram, fyri tað mesta grundað á heimilað áhugamál, sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6, í dátuverndarlógini, og §12 stk 1, nr 5 fyri viðkvæmar persónupplýsingar
Heimildirnar eru:

  • Samtykki. §8, stk. 1, nr. 1
  • Avtala. §8, stk. 1, nr. 2
  • Rættarlig skylda. §8, stk. 1, nr. 3 og sum nevnt omanfyri
  • Heimilað áhugamál. §8, stk. 1, nr. 6
  • Heimilað virksemi. §12, stk. 1, nr. 5

4. Sløg av persónupplýsingum

Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:

  • Vanligar persónupplýsingar. Talan er fyri tað mesta um vanligar persónupplýsingar, so sum navn, bústað, føðidato, og samskiftisupplýsingar sum telefonnummar og teldupostadressa.
  • Myndir. Ein lið/hold mynd verður tikin av hvørjum holdi í Zarepta. Myndina fær hvør leguluttakari og leiðari, sum er á myndini. Zarepta goymir eitt eintak av liðmyndunum. Eisini verða løtumyndir og upptøkur av dagligdegnum tiknar og deildar á Facebook, Instagram ella YouTube síðunum hjá Zarepta.
  • Heilsuupplýsingar. Í sambandi við barnalegurnar kann tað verða, at tú hevur upplýst okkum viðkvæmar persónupplýsingar, so sum heilsuupplýsingar, um at barninum tørvar at fáa heilivág, meðan tað er á legu, ella um barnið hevur ovurhondsviðkvæmi osv. Hettar er neyðugt fyri okkum at vita, so vit kunnu tryggja, at barnið hevur eina góða og trygga legu.
  • Gjaldsupplýsingar: Gjaldið fyri legurnar er skrásett í Zarepta, ella um legulutttakarin hevur frípláss, og tí ikki skal gjalda fyri leguluttøkuna.
  • Hjúnastøðan: Til hjúnalegur og familjulegur verður spurt um pør eru gift.

5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum

Høvuðsreglan hjá Zarepta er, at vit ikki víðarigeva tínar persónupplýsingar til aðrar móttakarar, og um vit brúka undirveitarar, so eru tað bert veitarar úr Danmark og Føroyum. Undantøkini eru tó teir sosialu miðlarnir, tí Zarepta hevur eina Facebook síðu, ein Facebook bólk til starvsfólk, ein Instagram profil og eina YouTube kanal.

  • Zarepta brúka føroyskan veitara til bókhaldið.
  • Zarepta brúkar eina sergjørda skipan, sum verður brúkt til at hava stýr og ordan í legunum, hendan skipan er hýst í Føroyum.
  • Zarepta er á sosialu miðlunum og hevur eina Facebook síðu, ein Facebook bólk til starvsfólk, og ein Instagram profil, og tú eigur at verða vitandi um, at Facebook/Instagram savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá ið tú brúkar Facebook/Instagram síðuna hjá Zarepta. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook/Instagram brúkar hesar upplýsingar at tillaga tín vanga og vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja. Her kanst tú lesa meira um cookie-politikkin hjá Facebook/Instagram.
  • Zarepta hevur eisini eina YouTube kanal, og eisini her eigur tú at verða vitandi um, at YouTube savnar inn upplýsingar um teg, við at brúka farspor, tá ið tú brúkar YouTube kanalina hjá Zarepta. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og YouTube brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja. Her kanst tú lesa meira um cookie-politikkin hjá YouTube.

6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum

Vit flyta tínar persónupplýsingar til móttakarar [Danmark], í sambandi við at vit brúka hýsing í Danmark.
Til tína kunning, so er Danmark eitt trygt land at goyma persónupplýsingar, og vit hava dátuviðgeraravtalu við dátuviðgerar hjá okkum.
Um tú brúkar okkara síðu á Facebook, Instagram ella Youtube, so verða tínir persónupplýsingar brúktar av teimum.

7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava

Persónupplýsingar, sum vit viðgera eru innheintaðar beinleiðis frá tær.

  • Persónupplýsingarnar eru fingnar beinleiðis frá tær ella frá foreldrum/verjum, tá ið tú ella foreldur/verjar hava meldað teg, sum leguluttakara á eini legu. Ella í sambandi við at tú hevur meldað teg til at hjálpa til á ein legu í Zarepta.

8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar

Vit goyma tínar persónupplýsingar so leingi, tað er neyðugt í sambandi við tað viðgerð vit hava, ella um skrásettið ynskir persónupplýsingarnar strikaðar.

  • Vanligu persónupplýsingar í samband við leguluttøku. Hesir upplýsingar verða goymdir í 9 ár. Tað eru 9 ferðir, at eitt barn kann koma á barnalegur í Zarepta.
  • Viðkvæmar persónupplýsingar, sum verða givnar Zarepta í sambandi við barnalegur, verða koyrdir burtur, tá barnalegurnar eru lidnar. Hetta verður oftast gjørt í september mánaði á hvørjum ári.
  • Liðmyndirnar verða ikki strikaðar. Løtumyndir og upptøkur av dagligdegnum á Zarepta verða prentaðar út, settar í fotoalbum, ella goymdar í arkivinum.
  • Sosialumiðlarnir. Á hvørjum ári verða sosialumiðlanir hjá Zarepta gjøgnumgingnar, og myndir frá legunum verða strikaðar, tó uttan tær myndir, sum eru av sera generellum karakteri – tær kunnu verða verandi á sosialu miðlunum. Tó so, um onkur ynskir at myndir skulu strikast, so verða tær strikaðar – beinanvegin, uttan drál.
  • Roknskaparupplýsingar, sum er í pappír formi, verða burturbeind eftir 5 árum.

9. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering

Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.

10. Rættin til at taka samtykki aftur

Um tú hevur givið okkum samtykki, kanst tú altíð taka tað aftur. Hetta kanst tú gera, við at seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í 1. broti).

Um tú velir at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

11. Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í 1. broti).

11.1. Rætturin til innlit (§ 26)

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

11.2. Rætturin til rætting (§ 27)

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

11.3. Rætturin til striking (§ 28)

Í summum førum hevur tú rætt til, at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.

11.4. Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.

11.5. Rætturin til dátuflutning (§ 31)

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

11.6. Rætturin til mótmæli (§ 32)

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.

12. Kæra til Dátueftirlitið

Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.

Farspor

Henda heimasíðan brúkar farspor, eisini nevndar kennifílur (cookies). Farspor eru lítlar tekstfílur sum heimasíður brúka fyri at tann vitjandi skal fáa eina úrslitagóða vitjan.

Samtykki
Sambært lóg skulu vit fáa samtykki frá tær at brúka ávís sløg av farsporum. Tú verur spurd/ur um hetta tá tú vitjar heimasíðuna fyrstu ferð við kagaranum og/ella um tú hevur strika søguna í kagarinum, umframt eftirfylgjandi fyri hvørt ár. Tú kanst altíð broyta ella taka samtykki aftur. Hetta verur gjørt undir “Farspor” sum er finna í niðasta vinstra horni á øllum síðum.

Farspor vera vanliga bólka í fýra bólkar.

  • Neyðugar:
    Neyðug farspor eru fyri at grundleggjandi funkur skulu virka á heimasíðuni. Til dømi fyri at navigera millum síður og at senda umsóknir. Heimasíðan vil ikki virka til fulnar uttan hesi farspor.
    Hesi farspor eru loyvd at nýta uttan samtykki.
    Vit brúka slík farspor.

  • Brúkarauppliving:
    Brúkarauppliving farspor gera tað møguligt hjá heimasíðuni at minnast hvat tú hevur valt, so tú ikki hevur fyri neyðini at velja av nýggjum hvørja ferð. Til dømi um tú velur eitt mál á heimasíðuni.
    Vit brúka slík farspor.

  • Hagtøl
    Hagtøls farspor vera brúkt til at greina nýtsluna av heimasíðuni.
    Vit brúka ikki slík farspor.

  • Marknaðarførðsla
    Marknaðarførings farspor vera brúkt fyri at savna inn upplýsingar um hvørjar heimasíður vitjandi brúka. Endamálið er at vísa lýsingar sum eru viðkomandi fyri tann vitjandi og har við eisini fyri lýsarar.
    Vit brúka ikki slík farspor.

 

Undir “Farspor” sum er finna í niðasta vinstra horni á øllum síðum fæst nærri kunning um hvørji farspor vera brúkt á síðuni.

 

Vegleiðing til foreldur og børn

Tað er okkum ein gleði at bjóða tær á legu. Vit hava gjørt okkara besta og vóna, at tað verður ein signingarrík og ógloymandi lega, vit fara at hava saman.

 

Hvat tú skalt hava við?

• Bíbliu, blýant og skrivibók.

• Klæði, ið eru sámulig og hóskandi til leguna.

• Regnklæði, styvlar og spæliskógvar.

• Dýnuvár, koddavár og lak.

• Svimjiklæði. Svimjiring um neyðugt. Ikki baðihandklæði, tí reint fæst hvønn dag.

• Tannbust, sjampo v.m.

• Navn á øllum klæðum og skóm.

 

Avboð

Av tí at tað ofta er bíðlisti til legurnar, heita vit á teg um beinanvegin at siga okkum frá, um tú ikki kanst koma.

 

Ferðing

Tíðir fyri fráferð, heimferð og ábyrgdarfólk sæs við at velja "Ferðing summarlegur" í valmyndini í vinstru síðu.

• Tey, ið ferðast við skipi, fáa ferðaseðil, áðrenn farið verður umborð.

• Merk viðførið við tíni egnu adressu og adressuni hjá Zarepta.

• Eitt vaksið fólk ferðast við hvørjum liði av Tvøroyri.

 

Peningur

Kostnaðurin fyri leguna og GS-lykil stendur í brævinum um at tú er sloppin á legu. Kostnaðurin kann eisini síggjas her.

Legugjaldið skal flytast fyri hvørt barnið sær. GS-lykilin skal nýtast til at gjalda við.

Ferðakostnaðurin er roknaður upp í legugjaldið.

Tey, ið mugu gjalda ein part av ferðini, fáa peningin afturgoldnan í Zarepta við at vísa kvittan.

Tey, ið ferðast aðrar tíðir, enn Zarepta skipar fyri, gjalda sjálv ferðina.

Lummapeningur er ikki íroknaður legugjaldið. Á legu 4-8 er lummapeningurin kr. 20,00 um dagin.

Allur peningurin verður latin liðleiðaranum við legubyrjan.

 

Systkinaavsláttur

Fyrsta barnið skal gjalda fult, annað og triðja fáa kr. 75,- í avsláttri. Fjórða, fimta o.s.fr. gjalda einki legugjald.

 

"HINI"

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri innsavning til "HINI" (Hini merkir øll onnur børn í heiminum).

Aftur í ár fer innsavnaði peningurin til barnalegur í Ukraina.

 

Telefon

Vit heita á foreldrini um ikki at ringja til børnini, uttan tað er neyðugt. Ynskir barnið at ringja heim, kann tað venda sær til liðleiðaran. Hevur leguluttakarin telefon við, verður hon við legubyrjan latin liðleiðaranum í varðveitslu.

 

Sjúka og aðrir trupulleikar

Skal barn hava heilivág á leguni, skulu foreldrini geva leiðsluni skrivliga frágreiðing.

Sendið ikki børn á legu, sum hava smittandi sjúku ella verða viðgjørd fyri eitthvørt smittandi.

Foreldur at børnum, ið kunnu gera seg vát um náttina ella ganga í svøvni, verða biðin um at siga okkum frá hesum skrivliga ella við at ringja. - Vit hjálpa børnunum og taka neyðug stig til, at onnur ikki varnast trupulleikan.

 

Endamál

Høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegunum er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds.

Vit ynskja at geva børnum og ungum eina góða uppliving saman í tryggum umhvørvi við spæli og fjølbroyttum ítrivi.

Eisini ynskja vit, at tey mennast innan karmarnar fyri góðari samveru millum menniskju: At vera ásettum reglum lýðin, at bera seg siðiliga at og at virða hvør annan.

Dentur verður eisini lagdur á at sýna náttúru- og mentanarvirðum ans.

 

Viðtøkur fyri Zarepta

Tað er ikki loyvt:

• at roykja á leguni.

• at hava bøkur, bløð, spøl og annað, ið ikki fremur endamálinum við leguni.

• at hava MP3 spælara, iPod og rulluskoytur/-skógvar við.

• at brúka tyggigummi á leguni.

 

Áheitan

Kæru foreldur, hjálpi okkum! Greiðið sjálv børnunum frá innihaldinum í brævinum. Tað lættir um hjá liðleiðaranum.

At enda takka vit øllum, sum hava litið okkum børn síni upp í hendur. Vit vilja gera okkara besta at røkja hetta starv til Guds æru og børnunum til signingar.

ZAREPTA

Starvsfolkatekning

Hetta er ein roynd

 

Umsókn at gerast starvsfólk á Zarepta

Hetta skjal er ikki ein tekningarseðil, men ein umsókn, sum skal góðkennst áðrenn tú verður sett/ur í starv. Tú fær boð umvegis telefon ella teldupost.

Her kanst tú skriva tín teldupost
Føðingardagur dd-mm-áááá
Kannar um roynt verur at brúka síðuna við tólmennum.

Leguprísir 2021

Lega fyri fólk, ið bera brek:  
 Fyri hvønn kr. 250,-
   
Summarlegur:  

 Summarlega 1 – 16-17 ár

kr. 720,-

 Summarlega 2 – 15 ár

kr. 710,-

 Summarlega 3 – 14 ár

kr. 690,-

 Summarlega 4 – 13 ár

kr. 660,-

 Summarlega 5 – 12 ár

kr. 650,-

 Summarlega 6 – 11 ár

kr. 610,-

 Summarlega 7 – 10 ár

kr. 510,-

 Summarlega 8 – 9 ár

kr. 460,-

 Systkina avsláttur:

 Um fleiri systkin koma á legu verður avsláttur latin.

 Fyrsta barnið rindar fult legugjald.

 Fyri annað og triðja barnið verða kr. 75,- drignar frá fyri hvørt.

 Fjórða, fimta osfr. rinda onki legugjald.

 

 

 

Familjulegur 1-9:

 

 Mamma ella pápi við einum barni undir skúlaaldri

kr. 1.100,-

 Mamma ella pápi við tveimum børnum undir skúlaaldri

kr. 1.200,-

 Mamma ella pápi við trimum børnum undir skúlaaldri

kr. 1.300,-

 Foreldur við einum barni undir skúlaaldri

kr. 1.500,-

 Foreldur við tveimum børnum undir skúlaaldri

kr. 1.600,-

 Foreldur við trimum børnum undir skúlaaldri

kr. 1.800,-

 Børn í skúlaaldri - fyri allar dagarnar

kr. 400,-

 Børn í skúlaaldri - fyri bert vikuskifti

kr. 250,-

   
Prísir fyri familjulegu 10:

 

 Mamma ella pápi við einum barni undir skúlaaldri

kr. 750,-

 Mamma ella pápi við tveimum børnum undir skúlaaldri

kr. 800,-

 Mamma ella pápi við trimum børnum undir skúlaaldri

kr. 850,-

 Foreldur við einum barni undir skúlaaldri

kr. 900,-

 Foreldur við tveimum børnum undir skúlaaldri

kr. 950,-

 Foreldur við trimum børnum undir skúlaaldri

kr. 1000,-

 Gestabørn

kr. 300,-

 

 

Bíbliuskeið:  

 Hjún

kr. 1.800,-

 Støk

kr. 900,-

 

 

Lega fyri 18 ár og eldri

kr. 525,-

Mansstevna

kr. 600,-

Kvinnustevna

kr. 600,-

Hjúnastevnur

kr. 1.100,-

Heystlega (15-17 ár)

kr. 550,-

Heystlega (14 ár)

kr. 440,-