Endamál

Høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegunum er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds.

Vit ynskja at geva børnum og ungum eina góða uppliving saman í tryggum umhvørvi við spæli og fjølbroyttum ítrivi.

Eisini ynskja vit, at tey mennast innan karmarnar fyri góðari samveru millum menniskju: At vera ásettum reglum lýðin, at bera seg siðiliga at og at virða hvør annan.

Dentur verður eisini lagdur á at sýna náttúru- og mentanarvirðum ans.

 

 

Ein vanligur legudagur:

Kl. 07:30 Andakt, leiðarar og starvsfólk

Kl. 08:00 Veking av leguluttakarum við sangi

Kl. 08:20 Morgunfimleikur í túninum

Kl. 08:25 Merkið í húnar hátt og ørindi úr tjóðsanginum sungin

Kl. 08:30 Morgunmatur

Kl. 09:00 Andakt á kamarinum

Kl. 09:00 Rudding av kamarinum

Kl. 10:00 Bíbliutími, dreingir

Kl. 11:00 Bíbliutími, gentur

Kl. 12:00 Døgurði

Kl. 13:00 – 18:00Fótbóltur, kano, bátar, ítriv, svimjing, kiosk o.a.

Kl. 18:00 Nátturði

Kl. 19:00 Kvøldseta, sangur, spurningar, spæl v.m. í salinum

Kl. 20:00 Fríløta

Kl. 21:00 Drekka

Kl. 21:30 Søgan

Kl. 22:45 Andakt á kamarinum

Kl. 23:30 Friður.

 

Miðað verður eisini eftir at fara út í vøkru og vinarligu náttúruna við leguluttakarunum.

Legubál er eisini hvørja viku, um veðrið ikki forðar tí.