Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar

Telefon:
Leguluttakarar 216140
Starvsfólk 284040

 Skrivstovan 332140
Fax 333141
Teldupost: zarepta(at)zarepta.fo


 Vevkamera (lv.fo)
Veðurstøðir (lv.fo)
Veðrið (yr.no)

MÓTTØKA 21. MAI

Leygardagin 21. mai kl. 14-17, verður móttøka í Zarepta, í samband við at nýggi bygningurin er tikin í brúk.

Les meiri...

Tekning av starvsfólki 2017

Tekning av starvsfólki sum eru 17 ár og eldri byrjar mikudagin 15. mars. 16 ár og yngri kunnu tekna seg frá 1. juni.

Les meiri...

Heystlegan 2017

Tilmeldingin til Heystleguna er byrjað!

Les meiri...

Heystlegan nærkast í stórum!

 

Evnið á heystleguni í ár er: ”Hvat sigur Bíblian?” Á hesi seinastu Zarepta-leguni í árinum, fara vit at viðgera hetta evnið við bíbliutímum, samrøðum og góðum sangi afturvið. Vit gleða okkum til at síggja tykkum og njóta heystlegu hugnan saman við tykkum.

 
Heystlegan 2018, 12. okt – 17.okt, er fyri tey, sum í árinum fylla 15, 16 ella 17 ár.
Kostnaðurin fyri leguna er 550,- krónur. Tað ber til at hava kontantan pening við, og eisini taka vit ímóti VISA-korti, men ikki Mastercard og Visa Elektron.
Um tú velur at flyta peningin, so er kontunummarið: 6460 1609787 – minst til at hava kvittan við á leguna.
 
Ferðaætlanin til Heystleguna 2018 í Zarepta:
17:15 úr Klaksvík (við Betesda)
16:55 úr Fuglafirði (við Siloa)
17.00 Leirvík og Gøta av Magnstøðini í Gøtudali
17:15 úr Runavík (við Berøa)
17:20 úr Søldarfirði (við Elim)
17:30 úr Skálabotni (við EFFO-støðina)
17: 45 frá Magnstøðini við Streymin
18:00 av steðgiplássinum við Sjógv
18:05 frá EFFO-støðini í Kollfjarðardali
15:30 við Smyrli av Tvøroyri
16:35 við Teistanum úr Skopun
18:00 av parkeringsplássinum á Óðinshædd
 
Tá legan er liðug, fara bussarnir úr Zarepta umleið klokkan 9.00 og 9.15
 
Hvat ein skal hava við á legu, verður upplýst í ”Vegleiðing til foreldur” sum finst HER.
 
Gloymið ikki at hava seingjarklæði og eitt gott lag við :)
 
HJARTALIGA VÆLKOMIN Á HEYSTLEGU :)
 

Tilmeldingarnar til summarlegurnar í Zarepta eru byrjaðar

 

Nú ber til at tekna seg til summarlegurnar, sum verða í Zarepta í summar. Hjartaliga vælkomin.

Les meiri...