Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar

Telefon:
Leguluttakarar 216140
Starvsfólk 284040

 Skrivstovan 332140
Teldupost: zarepta(at)zarepta.fo


 Vevkamera (lv.fo)
Veðurstøðir (lv.fo)
Veðrið (yr.no)

Mansstevnan 2019 í Zarepta

Frá fríggjakvøldinum 20. sept. kl. 19 til sunnudagin 22. sept. kl. 13

Hjartaliga vælkomnir á mansstevnu í Zarepta at njóta eitt vikuskifti saman við øðrum monnum í hugnaligum umhvørvi aftur við uppbyggjandi boðskapi, har vit leggja dent á gott og gevandi samfelag millum menn, góðan felagssang, og so verður eisini høvið til at royna ta nýggju svimjihøllina – so um tað hevur áhuga, so er at taka svimjibuksur við :)

Hesaferð er evnið hin heilagi bardagin, sum ein og hvør frelstur maður dagliga upplivir.

Á skránni verður eitt nú:
Samrøða við Jógvan Páll Steinberg: Umvending, fráfall og endurnýggjan
Sigurð Ó. Vang: Skíggjar sum fanga – skynsom miðlanýtsla
John í Skemmuni: Týðandi avgerðir í andaliga lívi okkara
Sebastian Edelmann: Havi eg tíð?
Jákup N. Olsen: „HARRIN hevur givið Mær lærisveinatungu“

Tilmelding fer fram á www.zarepta.fo

HJARTALIGA VÆLKOMNIR Á MANSSTEVNU
 – OG BJÓÐIÐ ENDILIGA ØÐRUM VIÐ!