Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar

Telefon:
Leguluttakarar 216140
Starvsfólk 284040

 Skrivstovan 332140
Teldupost: zarepta(at)zarepta.fo


 Vevkamera (lv.fo)
Veðurstøðir (lv.fo)
Veðrið (yr.no)

Tøkk

Kæru náðisystkin.

Tað er við takksemi, vit líta aftur á summarið, nú seinasta lega í ár er liðug.

Vit gleðast um, at nógvar familjur, børn, ung og eldri hava verið á legu, eisini onkur fyri fyrstu ferð.

Harrin hevur verið trúfastur, vit hava hoyrt vitnisburðar um, at Hann hevur frelst og endurnýggjað sálir. Eisini hevur Hann syrgt fyri øllum tørvi til legurnar.

Vit kunnu av sonnum siga Eben-Ezer: "Higartil hevur HARRIN hjálpt okkum!" 1. Sám. 7:12

Takk fyri tykkara lut í verkinum í summar.

Zarepta