Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar

Telefon:
Leguluttakarar 216140
Starvsfólk 284040

 Skrivstovan 332140
Fax 333141
Teldupost: zarepta(at)zarepta.fo


 Vevkamera (lv.fo)
Veðurstøðir (lv.fo)
Veðrið (yr.no)

Heystlegan 2017

Tilmeldingin til Heystleguna er byrjað!

Ein serligur hugni á Heystleguni

Heystlegan er seinasta Zarepta-legan í árinum, áðrenn vetrarskráin byrjar. Hendan seinasta ungdómslegan í 2017 er fyri tey, sum í árinum fylla 15, 16 ella 17 ár.
Av royndum vita vit, at dámurin á Heystlegunum er nakað fyri seg, av tí at legan liggur um heystið, tá ið kvøldini eru byrjað at leingjast, og tað gevur leguni ein serligan hugna, sum tey ungu njóta. Fyri tey 17 ára gomlu er Heystlegan nakað heilt serligt, tí hetta er tann seinasta av øllum barna- og ungdómslegunum, sum tey hava høvi at vera við til sum leguluttakarar.

 

Kostnaðurin fyri leguna er 550,- krónur.

Hvat ein skal hava við á legu, verður upplýst í ”Vegleiðing til foreldur” sum finst HER.

Gloymið ikki at hava seingjarklæði og eitt gott lag við :)

 

HJARTALIGA VÆLKOMIN Á HEYSTLEGU :)