Zarepta
Torvgøta 15
FO-385 Vatnsoyrar

Telefon:
Leguluttakarar 216140
Starvsfólk 284040

 Skrivstovan 332140
Fax 333141
Teldupost: zarepta(at)zarepta.fo


 Vevkamera (lv.fo)
Veðurstøðir (lv.fo)
Veðrið (yr.no)

Tekning av starvsfólkum byrjar nú

Hevur tú áhuga í at hjálpa til á legu í Zarepta í summar? Ja, so kanst tú tekna teg við at ringja til Zarepta á tlf. nr. 284040, har vit taka ímóti tilmeldingum av starvsfólkum og liðleiðarum. Hjartaliga vælkomin :)

 

Nú 1. mai er farin afturum, byrja vit av álvara at taka ímóti og skráseta tilmeldingar av starvsfólkum, bæði til familjulegurnar, sum verða í mai og juni, og summarlegurnar í juli og august.

Eins og í fjør verður tikið ímóti starvsfólkatilmeldingum umvegis telefon nr. 284040.

Tørvur er á nógvum hjálparfólkum til ymsu uppgávurnar, sum eitt nú eru: liðleiðari, hjálparleiðari, køkurin, grovkøkurin, matarhøllin, daglig reingerð, náttarvakt, umsjón, ítriv, vaskihúsið o.s.fr.

Nærri boð um tørv og pláss á teimum ymsu legunum fáast í sambandi við tilmeldingina.

Vit kunnu tíbetur siga, at higartil hevur HARRIN hjálpt, og nú summarið nærkast vóna og biðja vit eftir, at HARRIN enn einaferð skal leggja Sínum fólki á hjarta at koma vestur á onkra/r av legunum, so verkið kann halda fram og verða signað av Honum.

Í ár eru legurnar hesar:

Lega

Frá

  

Til

  

Lega fyri fólk ið bera brek

Hós.

25.04

Sun.

28.04

Familjulega I

Frí.

17.05

Hós.

23.05

Familjulega II

Frí.

31.05

Hós.

06.06

Familjulega III

Frí.

07.06

Hós.

13.06

Familjulega IV

Frí.

14.06

Hós.

20.06

Familjulega V

Frí.

21.06

Hós.

27.06

Summarlega I (16-17 ár)

Sun.

30.06

Ley.

06.07

Summarlega II (15 ár)

Sun.

07.07

Ley.

13.07

Summarlega III (14 ár)

Sun.

14.07

Ley.

20.07

Summarlega IV (13 ár)

Sun.

21.07

Ley.

27.07

Summarlega V (12 ár)

Sun.

28.07

Ley.

03.08

Summarlega VI (11 ár)

Sun.

04.08

Frí.

09.08

Summarlega VII (10 ár)

Ley.

10.08

Mik.

14.08

Summarlega VIII (9 ár)

Hós.

15.08

Sun.

18.08

Lega fyri 18 ár og eldri

Frí.

23.08

Sun.

25.08

Familjulega VI (Fyri familjur við børnum ið bera brek)

Hós.

29.08

Sun.

01.09

Bíbliuskeið

Sun.

01.09

Sun.

08.09

Kvinnustevna

Frí.

13.09

Sun.

15.09

Mansstevna

Frí.

20.09

Sun.

22.09

Hjúnastevna I

Frí.

27.09

Sun.

29.09

Hjúnastevna II

Frí.

04.10

Sun.

06.10

Heystlega (15-17 ár)

Frí.

11.10

Mik.

16.10