Kæru náðisystkin.
Tað er við takksemi, vit líta aftur á summarið, nú seinasta lega í ár er liðug.
Vit gleðast um, at nógvar familjur, børn, ung og eldri hava verið á legu, eisini onkur fyri fyrstu ferð.
Harrin hevur verið trúfastur, vit hava hoyrt vitnisburðar um, at Hann hevur frelst og endurnýggjað sálir. Eisini hevur Hann syrgt fyri øllum tørvi til legurnar.
Vit kunnu av sonnum siga Eben-Ezer: "Higartil hevur HARRIN hjálpt okkum!" 1. Sám. 7:12
Takk fyri tykkara lut í verkinum í summar.
Zarepta
Góð undirtøka er til hjúnarlegurnar. Seinna legan er fult teknað, men pláss er eftir á tí fyrru.
Ynskir onkur at koma á fyrru leguna kann ringjast til Paula Olsen á telefon 219299.
Vegna tekniskt brek bar ikki til at tekna seg hósdagin 6/9. Nýggj tekning verður mikudagin 12/9 kl. 18.00.
Teknast kann nú til Mansstevnuna sum verður 14. - 16. september 2018.
Teknast kann til við at trýsta á her!
Vælkomin á legu og bjóða øðrum monnum við!
Vinarliga heilsan
Zarepta
Byrjað verur við nátturða kl. 18.00.
Gjaldið fyri hvønn er kr. 900,-
Gjaldast kann á kontu hjá Zarepta 6460-1609787. Viðmerk "Bíbliuskeiðið" á flytingina.
Tað ber eisini til at gjalda á skrivstovuni meðan Bíbliuskeiði er. Gjaldast kann við gjaldskorti, tó bert við Dan korti ella Visa korti.
Vinarliga heilsan
Zarepta