Vegleiðing til foreldur og børn 2017

Tað er okkum ein gleði at bjóða tær á legu. Vit hava gjørt okkara besta og vóna, at tað verður ein signingarrík og ógloymandi lega, vit fara at hava saman.

 

Hvat tú skalt hava við?

• Bíbliu, blýant og skrivibók.

• Klæði, ið eru sámulig og hóskandi til leguna.

• Regnklæði, styvlar og spæliskógvar.

• Dýnuvár, koddavár og lak.

• Svimjiklæði. Svimjiring um neyðugt. Ikki baðihandklæði, tí reint fæst hvønn dag.

• Tannbust, sjampo v.m.

• Navn á øllum klæðum og skóm.

 

Avboð

Av tí at tað ofta er bíðlisti til legurnar, heita vit á teg um beinanvegin at siga okkum frá, um tú ikki kanst koma.

 

Ferðing

Tíðir fyri fráferð, heimferð og ábyrgdarfólk sæs við at velja "Ferðing summarlegur" í valmyndini í vinstru síðu.

• Tey, ið ferðast við skipi, fáa ferðaseðil, áðrenn farið verður umborð.

• Merk viðførið við tíni egnu adressu og adressuni hjá Zarepta.

• Eitt vaksið fólk ferðast við hvørjum liði av Tvøroyri.

 

Peningur

Kostnaðurin fyri leguna stendur í brævinum um at tú er sloppin á legu. Kostnaðurin kann eisini síggjas her.

Legugjaldið skal flytast fyri hvørt barnið sær eina viku áðrenn legubyrjan og kvittan havast við á legu.

Ferðakostnaðurin er roknaður upp í legugjaldið.

Tey, ið mugu gjalda ein part av ferðini, fáa peningin afturgoldnan í Zarepta við at vísa kvittan.

Tey, ið ferðast aðrar tíðir, enn Zarepta skipar fyri, gjalda sjálv ferðina.

Lummapeningur er ikki íroknaður legugjaldið. Á legu 4-8 er lummapeningurin kr. 20,00 um dagin.

Allur peningurin verður latin liðleiðaranum við legubyrjan.

 

Systkinaavsláttur

Fyrsta barnið skal gjalda fult, annað og triðja fáa kr. 75,- í avsláttri. Fjórða, fimta o.s.fr. gjalda einki legugjald.

 

"HINI"

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri innsavning til "HINI" (Hini merkir øll onnur børn í heiminum).

Aftur í ár fer innsavnaði peningurin til barnalegur í Ukraina.

 

Telefon

Vit heita á foreldrini um ikki at ringja til børnini, uttan tað er neyðugt. Ynskir barnið at ringja heim, kann tað venda sær til liðleiðaran. Hevur leguluttakarin telefon við, verður hon við legubyrjan latin liðleiðaranum í varðveitslu.

 

Sjúka og aðrir trupulleikar

Skal barn hava heilivág á leguni, skulu foreldrini geva leiðsluni skrivliga frágreiðing.

Sendið ikki børn á legu, sum hava smittandi sjúku ella verða viðgjørd fyri eitthvørt smittandi.

Foreldur at børnum, ið kunnu gera seg vát um náttina ella ganga í svøvni, verða biðin um at siga okkum frá hesum skrivliga ella við at ringja. - Vit hjálpa børnunum og taka neyðug stig til, at onnur ikki varnast trupulleikan.

 

Endamálið við summarlegunum er

1. at vinna børn og ung fyri Kristus

2. at styrkja børn og ung í trúnni á Kristus

3. at fremja gott samanhald millum luttakararnar á legunum

4. at spæla og venja likamið

5. at leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur, eitt nú:

• at vera ásettum reglum Iýðin

• at fremja siðiliga atferð

• at verja og virða nátturuna eins og mentanarvirði.

 

Viðtøkur fyri Zarepta

Tað er ikki loyvt:

• at roykja á leguni.

• at hava bøkur, bløð, spøl og annað, ið ikki fremur endamálinum við leguni.

• at hava MP3 spælara, iPod og rulluskoytur/-skógvar við.

• at brúka tyggigummi á leguni.

 

Áheitan

Kæru foreldur, hjálpi okkum! Greiðið sjálv børnunum frá innihaldinum í brævinum. Tað lættir um hjá liðleiðaranum.

At enda takka vit øllum, sum hava litið okkum børn síni upp í hendur. Vit vilja gera okkara besta at røkja hetta starv til Guds æru og børnunum til signingar.

ZAREPTA