Vasking 2019

Kæru systrar og brøður!

 

Summarskráin fyri Zarepta er byrjað, og eins og undanfarin ár er møguleiki at vera við í arbeiðinum at gera reint ímillum legurnar.
Hetta verk hevur ómetaligan týdning fyri okkum, og vit eru takksom fyri, hvussu væl brøður og systrar okkara hava tikið undir við tí.

Vit vilja eisini nýta høvið at takka fyri, at tit tóku so væl undir við høvuðsreingerðini og annars tí stóra arbeiði, ið gjørt varð í samband við at fáa alt til reiðar til legubyrjan.

 

VASKISKRÁ FYRI ZAREPTA 2019

 
1 Kaldbak og Skáli 06. juli
2 Kollafjørður og Eiði 13. juli
3 Viðareiði og Norðdepil 20. juli
4 Argir 27. juli
5 Vágar og Vestmanna 03. august
6 Fuglafjørður 09. august
7 Klaksvík 14. august
8 Tórshavn 18. august
9 Gøta og Leirvík 25. august
10 Marknagil 01. september
11 Hoyvík 08. september
12 Søldarfjørður 22. september
13 Toftir og Runavík 16. oktober

 

Er okkurt at spyrja um, ber til at ringja til Else Djurhuus, tlf. 274954 ella Kirstin Samuelsen, tlf. 444256/224256.

Gott hevði verið, um tit søgdu frá frammanundan, hvussu nógv ið koma.
Tá tit koma, setið tykkum í samband við skrivstovuna á tlf. 332140, ella aðra okkara.

"Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju." (Kol. 3:23).

 

Vinarliga v/ Zarepta

Kirstin Samuelsen         Else Djurhuus         Jens Bech